Í Frímælt hesa ferð fylgja vit bæði Studio Bloch, Maggies og Konditarínum til jarðar. Og so burdu joggingbuksurnar, føroyski tjóðarbúnin, eisini verið jarðaðar, men tær liva sítt lukkuliga lív og stórtrívast í Føroyum. Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, leiðari í City Tórshavn, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Mikael Blak, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.
--------
1:22:01
71. Slatrið um nýggja borgarstjóran í Havn
Tað ganga nakrar serligar søgur um Elsu Berg, sum er nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hesar venda vit í Frímælt, umframt at vit eisini tosa um eitt óvanligt samgonguskjal í Sunda kommunu, eina óvanliga vitjan í Grønlandi og óvanligar lýsingar av matinum á matstovuni Ræst. Gestir eru Mikael Blak, tónleiki, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.
--------
1:23:56
70. Nýggjárspartur av Frímælt
Hetta er ein serútgáva av Frímælt, har vit saman við redaktiónini á Frihedsbrevet hyggja aftur á árið, sum hevur verið. Hvørjar vóru størstu søgurnar hjá Frihedsbrevet? Hvat gott kom Kringvarpið við? Hvørjar vóru mest óvæntaðu søgurnar og hvørjar vóru litríkast? Vit venda eisini góðum tónleikaupplivingum, filmum og mati. Gestir eru Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.
--------
1:33:20
69. Murtamyndir og mest markantu politikararnir hesa hálvuna
Frímælt hesa ferð bjóðar eitt prát um murtamyndir, nú tað er komið fram, at Eyðstein Zachariasen, komandi borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur sent myndir av sínum murti til ymsar kvinnur. Vit venda eisini hesum politiska hálvárinum, sum hevur verið síðani ólavsøku, nú løgtingið fór í jólafrí mikukvøldið. Hetta verður gjørt við at draga fram politikarar, sum hava gjørt vart við seg fram um aðrar. Eisini gera vit eitt legg á flogvøllin, har TAKS tekur í móti ferðafólki og kannar, um hesi hava ov dýrar jólagávur heimvið. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, samfelagsfrøðingur, og Heri Wang Danielsen, lesandi og miðlamaður. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
--------
1:30:52
68. Tey halda faktiskt jól í Afrika og vánaliga søgan hjá Rólanti
Dagsins partur av Frímælt bjóðar eina vánaliga søgu frá Rólanti, sum Rannvør í øllum førum ikki tímir. Lukkutíð eru aðrar, góðar søgur, sum millum annað snúgva seg um jólini í Afrika, jólagávur og jólastress. Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur, Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna og lesandi, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.